Fakfeløgini í Fraklandi hava heitt av fraklendingar um at fara á gøturnar týsdagin at mótmæla pensiónslógini, sum júst er sett í verk við tí endamáli at fáa avgerðina broytta aftur. Stjórnin við Macron forseta hevur júst brúkt eina grein í grundlógini til at hækka pensiónsaldurin úr 62 upp í 64 ár.
Tað hevur fingið avleiðing fyri fyrstu almennu ferðina hjá Charles kongi í Bretlandi at avlýsa ætlaðu vitjan í Fraklandi, sum skuldi byrja sunnudagin og enda mikudagin. Eftir tað skuldi hann fara víðari til Týsklands á síni fyrstu almennu uttanlandsferð.
Avgerðin at hækka pensiónsaldurin hevur fingið øði í fraklendingar, sum eru farnir á gøturnar á mótmæla og krevja pensiónsaldurin lækkaðan aftur. Meira enn hundrað løgreglufólk hava fingið skaða og eldur er settur á bygningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald