Í dag verður bretski kongurin, Charles III, krýndur.
Charles III hevur verið kongur, síðan mamma hansara, Elizabeth II andaðist 8. september í fjør. 10. september varð hann formliga tikin í eið sum kongur, og í dag er so krúningin á skránni.
Charles kongur og Camilla drotning koma til Westminster Abbey, har krúningin verður, uml. klokkan 11, og kongurin verður krúndur uml. klokkan 12.
(Mynd: EPA)
Bretska løgreglan hevur í dag handtikið fleiri persónar frá anti-kongshús-felagsskapinum Republic. Talan sigst at vera um seks persónar, sum høvdu skipað fyri mótmæli móti kongshúsinum í sambandi við krúningina.
Fleiri enn 29.000 løgreglufólk eru eisini til arbeiðis í London í dag í hesum sambandi, skrivar DR.
Tað eru nærum 70 ár, síðan mamma Charles III, varð krýnd. Tað hendi 2. juni 1953.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald