Tá næsti ST veðurlagstoppfundurin, COP27 verður hildin í Egyptatalndi seinni í ár, verður tað uttan luttøku hjá Charles kongi.
73 ára gamli bretski kongurin hevði annars ætlanir um at luttaka á toppfundinum, sum verður í Sharm el-Sheik í november. Men sambært Ritzau hevur Liz Truss, forsætisráðharri heitt á hann um at verða verandi heima.
Charles kongur hevur annars í nógv ár verið forsprákari fyri at basa veðurlagsbroytingum, og hann var eisini boðin til toppfundin.
Buckingham Palace váttar, at Charles kongur ikki fer at luttaka.
– Tað er eingin loyna, at kongurin var boðin við. Hann noyddist at hugsa seg væl um, hvørji stig hann skuldi taka í sambandi við hansara fyrstu uttanlandsferð, og fer hann ikki at luttaka á COP-fundinum, sigur ein dulnevnd kelda úr bretska kongshúsinum við Sunday Times.
Enn verður tó umhugsað, hvussu bretski kongurin, sum sigst at vera persónliga vónbrotin um ikki at kunna fara til Egyptalands, í staðin kann markera toppfundin, sum verður millum 6. og 18. november.
Charles kongur helt røðu á COP21-toppfundinum í París í 2015 og á COP26-toppfundinum í Glasgow í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald