Uttanlands

Bretskir handlar skulu sleppa at brúka gamlar mátieindir

Bretski forsætisráðharrin væntast í næstum at kunngera, at handlar aftur fara at kunna velja, um teir vilja lýsa við prísum per kilo og gram, ella pund og "ounce"

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson væntast at kunngera, at handlar sjálvir skulu sleppa at velja, hvørjar mátieindir, teir vilja brúka (Savnsmynd)

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson væntast at kunngera, at handlar sjálvir skulu sleppa at velja, hvørjar mátieindir, teir vilja brúka (Savnsmynd)

2022-05-29 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku væntast bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson at kunngera, at handlar nú aftur kunnu brúka gomlu mátieindirnar pund og "ounce", um teir ynskja hetta.

Hetta fer hann væntandi at gera fríggjadagin 3. juni í sambandi við hátíðarhaldið hjá Elizabeth drotning, sum í ár kann hátíðarhalda 70 ár á bretsku trónuni

Sambært The Guardian er hetta ein roynd hjá honum at fáa undirtøku frá brexitstuðlum, nú kreppa er í konservativa flokkinum í kjalarvørrinum á sonevndu partygate-gøluni. Tann gølan snýr seg um ólógligar veitslur á skrivstovuni hjá forsætisráðharranum, meðan Stórabretland varð afturlatið orsakað av koronu.

Skipanin, sum Boris Johnson ætlar sær at seta í gildi aftur er sonevnda ríkisskipanin (the imperial system, red.), sum varð brúkt, tá Stórabretland var eitt stórt ríki. Bert trý onnur lond brúka í dag dagliga hesa skipan: USA, Myanmar og Liberia.

Mátieindir úr hesari skipan kunnu og verða framvegis brúktar í Stórabretlandi, men handlar skulu í løtuni lýsa prísir í grammum og kilo eisini.

Í 2000 setti ES nevniliga reglur í gildi krav um mátieindir, og skuldu øll ES-lond brúka skipanina við metrum. Men Stórabretland fór úr ES í januar 2020, og tí er hetta kravið ikki longur galdandi fyri bretar, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder