Ein størri gøla er farin fram í bretska herinum, nú sjónbandamyndir úr Afganistan vísa, at hermenn hava brúkt eina mynd av Jeremy Corbyn, sum er leiðari í stóra andstøðuflokkinum Labour, sum skotskivu.
Sjónbandið, sum varð lagt út á Snapchat og Twitter, hevur skapt øsing í Bretlandi. Bretska verjumálaráðið hava sagt, at slíkur atburður als ikki kann góðtakast. Talsmaður fyri bretska herin sigur, at hesin atburður er langt undir tey krøv, sum tey seta hermonnunum. Hendingin verður nú kannað.
Á sjónbandinum síggjast fýra hermenn, sum práta og flenna meðan teir skjóta 15 skot eftir myndini av Jeremy Corbyn. Hermenninir eru staddir í Kabul í Afganistan. Á myndini sæst Corbyn standa frammanfyri búmerkinum hjá Labour.
Video has emerged of soldiers on a shooting range in Kabul firing at a target of Jeremy Corbyn. MOD confirms it as legit: pic.twitter.com/qOr84Aiivj
— Alistair Bunkall (@AliBunkallSKY) April 3, 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald