Bretskir politikarar mæla nú bretska innanríkisráðharranum til at senda Julian Assange til Svøríkis, um Svøríki biður um at fáa hann útflýggjaðan.
70 bretskir tinglimir hava skrivaðtil Sajid Javid, innanríkisráðharra við áheitan um at útflýggja Assange til Svøríkis, so at ákærurnar móti honum um neyðtøku kunnu kannast so hann kann ákærastog rættarfylgjast, skrivar Sky News.
Ein av tinglimunum, StellaDreasy, hevurlagt brævið út á Twitter og skrivar, at tinglimirnir ikki hava tikið støðu til skuldarspurningin.
Svensku skuldsetingarnar um neyðtøku móti Assange firnast í august í ár.
USA við eisini hava Julian Assange útflýggjaðan. Her er hann skuldsettur fyri at hava roynt at brotið inn í stjórnarskipanir fyri at stjala upplýsingar.
Julian Assange er millum annað ákærdur fyri at hava samstarva við Chelsea Manning. Hon skaffaði sær atgongd til ein ambætara hjá amerikanska verjumálaráðinum ogfekk fekk upplýsingar um amerikansku krígsførsluna í Afghanistan og Irak.
Manning sendi upplýsingarnar til WikiLeaks. Hon var í 2013 dømd fyri njósning. Men varð náað í 2017 av Brarack Obama.
Julian Assange varð hósdagin handtikin eftir at havalivað í yvirseks ár á sendistovuni hjá Ekvador í London. Friðskjól hansara varð tikið aftur orsaka av skuldsetingunum um at blanda seg í altjóða viðurskifti hjá Ekvador og fyri óhøviskan og ágangandi atburð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald