Uttanlands

Bretskur ráðharri lagt frá sær

Arbeiðs og pensjónsráðharrin, Amber Rudd er ikki longur sannførd um, at endamálið hjá stjórnini ikki var at fara úr ES uttan avtalu

Amber Rudd (Mynd: EPA)

Amber Rudd (Mynd: EPA)

2019-09-08 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski arbeiðs- og pensjónsráðharrin, Amber Rudd, boðaði í gjár frá, at hon legði frá sær.

Í einum brævi, sum hon hevur deilt á Twitter, skrivar hon m.a., at hon ikki longur er sannførd um, at endamálið hjá stjórnini var at fara úr ES við einari avtalu.

Hon heldur, at stjórnin hevur brúkt meira orku uppá at fyrireika seg til at fara úr ES uttan avtalu, í staðin fyri at royna at samráðast við ES.

Amber Rudd sigur, at tað var ein torfør avgerð at taka, men hon kundi ikki longur standa og hyggja at, meðan trúgvir floksfelagar vórðu koyrdir úr flokkinum.

Bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson blakaði týsdagin 21 limir úr konservativa flokkinum fyri at hava atkvøtt ímóti stjórnini.

Sambært Amber Rudd, er hetta ein háðan móti fólkaræðinum.

Fríggjadagin legði beiggi Boris Johnson, Jo Johnson, eisini frá sær sum vararáðharri og tjóðartingslim. Orsøkin var, sambært DR eitt "óloysiligt stríð".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder