Uttanlands

Bretskur ráðharri lagt frá sær

Dominic Raab, sum seinastu tíðina hevur verið lagdur undir at happa og niðurgera starvsfólk síni, er ikki longur løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri

Dominic Raab (Mynd: EPA)

Dominic Raab (Mynd: EPA)

2023-04-22 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Stórabretlandi legði Dominic Raab fríggjadagin frá sær sum løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri.

Hann hevur seinastu tíðina verið lagdur undir at happa og niðurgera starvsfólk síni, og ein kanning varð sett í verk. Niðurstøðan varð handað forsætisráðharranum, Rishi Sunak fríggjadagin, men longu áðrenn hetta hevði Raab lagt frá sær.

Dominic Raab hevur verið varaforsætisráðharri og løgmálaráðharri undir bæði Boris Johnson og Rishi Sunak, og hevur hann eisini verið uttanríkismálaráðharri.

Raab sigur í skrivligari fráboðan, at hann hevði ætlanir um at leggja frá sær, um kanningin kom fram til, at happing var farin fram. Hann biður um umbering fyri "óætlaðu strongdina, sum var eitt úrslit av ferðini og teimum krøvunum, sum eg tók við mær í løgmálaráðið".

Hann leggur afturat, sambært DR, at ein ráðharri eigur at vísa starvsfólkunum virðing, men hann heldur, at tað skal ikki nógv til, áðrenn nakað verður umrøtt sum happing, og at allar ákærur uttan tvær eru sleptar. Hann ávarar eisini um, at hetta málið fer at eggja fleiri at koma við følskum ákærum móti ráðharrum.

Sambært Reuters er nýggi løgmálaráðharrin Alex Chalk, og Oliver Dowden er nýggjur varaforsætisráðharri. Báðir hava seinastu árini havt leiklutir í flerii aðalráðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder