69 ára gamli David Amess, sum í nógv ár umboðaði konservativa flokkin í bretska undirhúsinum, varð fríggjadag seinnapart álopin undir einum veljarafundi í kirkjuni Belfairs Methodist Church í Leigh-om-Sea í Onglandi, góðir 60 kilometrar frá høvuðsstaðnum London.
Amess doyði, eftir at hava verið stungin fleiri ferðir.
Stutt eftir varð ein 25 ára gamal maður, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri, handtikin á staðnum. Fleiri bretskir miðlar skriva, at maðurin verður hildin at vera bretskur ríkisborgari við somaliskum uppruna.
Bretska løgreglan lýsir drápið sum yvirgang, skrivar Ritzau.
– Fyribilskanningar hava avdúkað eitt møguligt motiv knýtt at islamiskari ekstremismu, upplýsir løgreglan.
Lagt verður afturat, at fólk úr serliga antiyvirgangsbólkinum hjá løgregluni nú standa á odda fyri kanningunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein bretskur tjóðartingslimur verður stungin niður. Í 2016 varð Jo Cox, ið umboðaði flokkin Labour, stungin og dripin. Hetta var fáar dagar undan fólkaatkvøðuni um brexit. Í 2010 varð ein annar Labour-politikari, Stephen Timms eisini stungin niður á skrivstovu sínari. Hann slapp tó undan við lívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald