Uttanlands

Brexit-avtalan samtykt

Stórur meiriluti atkvøddi fyri í undirhúsinum í dag

Boris Johnson uttan fyri 10 Downing Street í dag (Mynd: EPA)

Boris Johnson uttan fyri 10 Downing Street í dag (Mynd: EPA)

2020-12-30 17:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska undirhúsi samtykti í dag við stórum meiriluta handilsavtaluna við ES, sum kemur í gildi, tá tillagingarskeiðið er runnið á nýggjárinum.

Og stutt eftir setti Boris Johnson, forsætisráðharri, sína undirskrift á avtaluna, sum eisini er skrivað undir av hinum stjórnarleiðarunum í ES, skrivar Reuters.

Í Undirhúsinum vóru 521 atkvøður fyri og 73 ímóti, upplýsir BBC.

Keir Starmer, leiðari fyri andstøðuflokkin Labour hevði biðið sínar limir um at atkvøða fyri. Tað var frammanundan væntað, at einstakir limir ikki fóru at atkvøða fyri, skrivar BBC.

Leiðararnir fyri skotska SNP, norðurírska DUP og liberaldemokratiska flokkin høvdu biðið sínar limir atkvøða ímóti.

Avtalan skal eisini til atkvøðugreiðslu í hinum kamarinum í Tjóðartinginum, Yvirhúsinum. Væntað verður, at tað eisini er meiriluti fyri avtaluni her, skrivar Ritzau.

Síðan vantar bert undirskriftin hjá Elisabeth II drotning. Sostatt verður roknað við, at avtalan verður lóg á midnátt.

- Hetta er ikki endin á Stórabretland sum evropeiskt land. Á mangan hátt eru vit ímyndin av evropeiskari siðmenning, ella hvussu eg skal orða tað, og tað fara vit framvegis at vera, segði Boris Johnson í samrøðu við BBC.

- Ikki endin, men ein byrjan
1. januar er Bretland sostatt liðugt við tillagingarskipanina, sum hevur hildið landinum knýtt at innara ES-marknaðin og tollsamgonguni síðan formella útlimanin úr ES fór fram fyri 11 mánaðum síðani.

- Brexit er ikki endin, men ein byrjan, segði Boris Johnson á sserliga tingfundinum í dag.

- Tað er okkara ábyrgd at tryggja, at vit fáa sum mest út úr valdinum, vit nú hava endurvunnið. Av teimum amboðum, sum vit nú hava fingið í egnar hendur.

Frá evropeiskari síðu, skal ES-tingið eisini viðgera avtaluna, men tað hendir ikki fyrr enn inn í nýggja árið.

Avtaluskjølini komu í morgun við flogfari úr Brússel til London, so Boris Johnson kundi skriva undir eftir at ES-leiðararnir høvdu sett sínar undirskriftir á skjølini.

Tilsamans tríggjar avtalur eru undirskrivaðar í dag.

Umframt handils- og samstarvsavtaluna, ið varð orðað jólaaftan er talan um tvær aðrar avtalur, eina um vitanardeiling og eina viðvíkjandi kjarnorkusamstarvinum Euratom, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder