Eitt av teimum 20 punktunum, sum Yellowhammer-skjølini hjá bretsku stjórnini lýsa, er støðan í fiskivinnuni á fyrsta degi eftir eitt Brexit uttan avtalu við ES.
Eftir kravi frá einum meiriluta í tjóðartinginum hevur stjórnin hjá Boris Johson nú almannakunngjørt skjalið, sum lýsir eitt ’worst case-scenario’ um hvat hendir á fyrsta degi eftir eitt brexit uttan avtalu við ES.
Les eisini: Døpur útlit fyri brexit uttan avtalu
Næst seinasta punktið, 19. punkt, lýsir støðuna fiskivinnuni.
Roknað verður við at 282 skip úr ES- og EBS-londum eru stødd í bretskum sjógvi á ’Day 1’. 129 í enskum, 100 í skotskum, 40 í walisiskum og 13 í norðurírskum sjógvi.
”Hetta fer helst at skapa vreiði og ørkymlan í bretsku fiskivinnuni, og hetta kann føra til samanstoytir millum skip og eisini til lógloysi hjá heimliga flotanum”, spáar frágreiðingin, og roknar við, at alt hetta kann føra til: Ólógligan fiskiskap, brot á markafyriskipanir, so sum smugling og ólóglig innflyting, og annað lógloysi sum avleiðing av teimum samanstoytum, ið vilja henda ella orsaka av at havnir verða stongdar.
Yellowhammer er navnið á fuglinum, sum á føroyskum eitur gulspurvur (Emberiza citrinella).
Hóast markaviðurskiftini í serliga Norðurírlandi hava verið ein av snávingarsteinunum í Brexit-samráðingunum, so verður Norðurírland ikki beinleiðis nevnt í Yellowhammer-skjølunum.
Men eitt annað handanhavs bretskt øki verður nevnt í einum punkti fyri seg. Nevniliga Gibraltar sunnast á Iberisku hálvoynni, 12. punkt.
Spáað verður, at serliga Gibraltar kemur at verða rakt hart av einum hørðum brexit orsaka av teimum trupulleikum, sum fara at standast av at tað verður nógv truplari at flyta fólk og góðs tvørtur um markið til Spania.
Tað er ein sannroynd, at fleiri túsund fólk, sum hava sítt dagliga yrki í Gibraltar, ferðast hvønn dag tvørtur um markið, tí teirra bústaður er sponsku megin markið.
Gibraltar fær stórar trupulleikar av einum hørðum brexit (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald