Uttanlands

Brexit: Skilnaðaravtalan góðkend - tíðarætlan vrakað

Hóast skilnaðaravtalan hjá Boris Johnson varð góðkend, varð tíðarætlanin hjá stjórnini vrakað, og tí verður nú bíðað eftir svari uppá umbønina um at fáa brexit útsett til januar

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2019-10-23 10:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár eydnaðist tað Boris Johnson at gera tað, sum fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Theresa May ikki megnaði: at fáa eina skilnaðaravtalu góðkenda av undirhúsinum.

Í gjárkvøldið, tá atkvøðast skuldi um avtaluna, vóru 329 fyri, og 299 ímóti at senda skilnaðaravtaluna hjá Boris Johnson til víðari viðgerð í tjóðartinginum.

Men bretska stjórnin tapti eina aðra avgerandi atkvøðugreiðslu stutt aftaná.

Tíðarætlanin fyri viðgerð av uppskotinum til skilnaðaravtalu varð nevniliga vrakað við 322 ímóti og bert 309 fyri.

Bretska stjórnin ynskir framvegis at fara úr ES 31. oktober, og tí var ætlanin, at brexit-lógaruppskotið skuldi viðgerðast áðrenn fríggjadagin fyri at halda tíðarætlanini, men hendan ætlanin varð vrakað.

Um vikuskiftið sendi Boris Johnson eitt skriv til ES, har hann formliga bað um at fáa freistina fyri brexit útsetta. Hetta noyddist hann at gera orsakað av einari lóg, sum varð samtykt í september. Tó noktaði Boris Johnson at undirskriva brævið.

Eftir atkvøðugreiðsluna í gjár segði Boris Johnson, at hann fór at tosa við hini ES-londini, og at hann fór at seta brexit á pausu, inntil hini ES-londini høvdu tikið eina avgerð viðvíkjandi freistini.

Sambært DR, er ES-forsetin, Donald Tusk, jaligur, og mælir hann til, at hini limalondini taka undir við at leingja freistina fyri brexit til 31. januar 2020, sum Boris Johnson hevur biðið um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder