Uttanlands

Brexit útsett fyri triðju ferð

ES hevur í morgun góðtikið umbønina hjá Boris Johnson um at fáa freistina útsetta til 31. januar 2020

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-28 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag varð freistin hjá bretum at fara úr ES útsett fyri triðju ferð. Freistin er sostatt ikki longur 31. oktober men 31. januar næsta ár.

Í morgun hava ES-limalondini nevniliga góðtikið umbønina hjá Boris Johnson um at fáa freistina útsetta í tríggjar mánaðar.

Sambært DR hava bretar tó enn møguleika at fara úr ES áðrenn 31. januar, um semja fæst um tað í bretska tjóðartinginum.

Upprunaliga ætlanin var, at Bretland skuldi fara úr ES 29. mars. Síðani varð freistin útsett til 12. apríl, eftir at skilnaðaravtalan hjá Theresu May ikki fekk undirtøku í bretska tinginum, og síðani varð freistin útsett enn eina ferð til 31. oktober.

Møguligt nýval í desember

Seinnapartin í dag skal bretska undirhúsið taka støðu til eitt uppskot frá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, um at hava nýval í desember.

Fyri at fáa uppskotið samtykt krevst undirtøka frá í minsta lagi tveimum triðingum av undirhúsinum, og higartil hevur andstøðan verið ímóti tí.

Í farnu viku segði leiðarin í andstøðuflokkinum Labour, Jeremy Corbyn, at hann ikki fór at taka undir við einum nývali, um eitt brexit uttan avtalu enn var ein møguleiki. Eisini vildi flokkurin ikki taka støðu til eitt møguligt nýval, áðrenn ES hevði svarað uppá umbønina um at fáa freistina fyri brexit utsetta.

Eisini liberaldemokratarnir og skotski tjóðskaparflokkurin, SNP hava verið ímóti nývalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder