Uttanlands

Brexitavtala gjørd: Nú skal hon samtykjast í Undirhúsinum

Bretska Undirhúsið skal taka støðu til avtaluna 30. desember, og væntað verður, at hon fær nóg stóra undirtøku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-25 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð avtala gjørd um framtíðar viðurskiftini millum Stórabretland og ES, og 30. desember skal Undirhúsið í bretska tjóðartinginum atkvøða um avtaluna. Tillagingartíðin, sum byrjaði, tá Stórabretland fór úr ES 31. januar í ár endar 31. desember.

Sambært bretskum miðlum verður væntað, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fær neyðuga meirilutan fyri avtaluna. Konservativi flokkurin hevur nevniliga meiriluta í Undirhúsinum, og andstøðuflokkurin Labour hevur eisini boðað frá, at hann vil stuðla avtaluni, hóast tað, sambært formanninum, Keir Starmer, ikki er tað frægasta fyri Stórabretland.

– Hetta er ikki tann avtalan, sum stjórnin lovaði. Langt frá. Tá avtalan verður løgd fram í tjóðartinginum fer Labour at góðtaka hana. Tað hevði ikki verið álítandi fyri Labour at stilla seg út á síðulinjuna tá talan er um ein spurning, sum hevur so stóran týdning fyri tjóðina, sigur formaðurin sambært BBC.

Orsøkin til, at Labour stuðlar avtaluni er tó einans, at hon er betri enn hin møguleikin, sum er eitt brexit uttan avtalu, ger Keir Starmer greitt

Sambært Ritzau skal ES-tingið eisini atkvøða um avtaluna, tá hon er samtykt í Stórabretlandi. Hetta verður væntandi í januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder