Innanlands

Breyt beinið á haruveiði

Tyrlan send í Djúpadal norðan fyri Vestmanna

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2020-11-02 16:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beini fyri døgurða í dag vóru boð send eftir bjargingartyrluni at koma eftir einum manni, sum var komin illa fyri á haruveiði.

Maðurin var saman við øðrum staddur í Djúpadali norðan fyri Vestmanna, tá hann traðkaði skeivt, og helst er beinið brotið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.

Hetta er langt frá alfarvegi, so neyðugt var at senda boð eftir tyrluni, so maðurin kundi flytast á sjúkrahús.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder