
Løgreglan veit í løtuni ikki hvør tað var, sum gjáranáttina breyt inn í matvøruhandil í Havn.
- Vit hava onkur hugskot, men á vakmyndatólunum bar ikki til at síggja júst hvør viðkomandi var, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Tað var mikunáttina, at ein ungur persónur, helst maður, breyt seg inn í ein matvøruhandil. Hann var úti eftir pengum, men slapp ikki avstað við so nógvum, sum hann helst ætlaði.
Eisini tók hann ymiskt, sum er lætt at hava við sær, so sum sigarettir, upplýsir vaktleiðarin.
Hetta hendi mitt um náttina, og fráboðanin kom ikki fyrr enn um morgunin, tá ein veitari hjá handlinum kom á staðið, og helt, at alt ikki ruggaði rætt.
Tjóvurin, sum var einsamallur, brúkti kúbein sum reiðskap, og tí er ymiskt í handlinum illa farið. Júst hvussu umfatandi skaðin er, veit vakthavandi ikki at siga.
Málið er nú farið víðari til kanningardeildina hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald