Mentan

Bridgerton gott fyri bretska búskapin

Sambært uppgerð hjá Netflix hevur dramarøðin Bridgerton økt um bretska búskapin við hálvari triðju millard donskum krónum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-14 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dramarøðin "Bridgerton" hevur seinastu fimm árini vaksið um bretska búskapin við 275 milliónum pundum. 2,44 milliardir danskar krónur.

Tað vísir ein uppgerð, sum stroymingartænastan Netflix, sum vísir røðina, hevur staðið fyri, og sum er gjørd við støði í beinleiðis og óbeinleiðis forbrúki, sum røðin hevur ført til.

Hetta skrivar Ritzau tíðindastovan.

[object Object]Luke Newton og Nicola Coughlan hava høvuðsleiklutirnar í triðja umfari av Bridgerton (Mynd: EPA)

Sambært Netflix hevur væl umtókta røðin í fimm ár havt við sær økta inntøku fyri í alt 5000 lokalar handlar.

Hetta er eisini íroknað vørur ella tænastur, sum eru keyptar í sambandi við framleiðslu av røðini.

- Bridgerton-heimurin hevur eitt serligt mentanarligt pláss, og hevur undirtøku millum bæði ung og eldri. Eisini setur Bridgerton gongd á nýggj rák og ávirkar alt frá brúdleypum og til navnageving, sigur Shonda Rhimes, stjóri í Shondalands, sum framleiðir røðina til Netflix.

Bridgerton hevði hósdagin frumsýning av seinna parti av triðja umfari.

Sendirøðin er bygd uppá skaldsøgurnar hjá Julia Quinn og snýr seg um Bridgerton-familjuna í London av aðalsætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder