Innanlands

Brim og Olivia best umtóktu gentunøvnini

Og Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini á dreingjum, føddir í 2025.

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2026-09-01 09:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brim og Olivia vóru best umtóktu nøvnini á gentum, føddar í 2025. Fimm gentur vórðu nevndar Brim og somuleiðis fimm Olivia, skrivar Hagstovan, nú hagtølini fyri fólkanøvn eru dagførd.

Næstbest umtókt vóru nøvnini Anna og Bjarta, sum fýra gentur vóru nevndar. 

Navnið Brim er lutfalsliga nýtt í Føroyum. Uppgerðin av nøvnum vísir, at Brim var fyrstu ferð givið gentum, føddum í Føroyum, í 2024. Við ársenda í fjør búðu 11 kvinnur við navninum Brim í Føroyum.

Navnið Olivia er vælkent navn í Føroyum og hevur væl umtókt seinastu árini. Síðani 1985 hava 67 gentur fingið navnið Olivia, og við ársenda í fjør vóru 78 kvinnur við navninum Olivia búsitandi í Føroyum. Bæði Brim og Olivia hava eina ferð áður verið best umtókta gentunavn, og tað var í fjør.

Framhaldandi vælumtókt gentunavn: Anna

Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Anna og Bjarta. Hvørt av teimum var givið fýra gentum. Nøvnini Anna og Bjarta hava leingi verið vanlig í Føroyum. Navnið Anna hevur fleiri ferðir verið best umtókta navn til gentur umframt at tað hevur verið millum vanligastu kvinnunøvn í Føroyum í mong ár. 

Brandur, Elias og Gilli

Brandur og Elias vóru best umtóktu nøvnini á dreingjum, føddir í 2025. Sjey dreingir vóru nevndir Brandur og sjey Elias. Næst eftir teimum var navnið Gilli, sum seks dreingir vórðu nevndir í 2025. Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Hákun og Gabriel, sum fimm dreingir vóru nevndir. 

Bæði Brandur og Elias eru nøvn, sum hava verið vælumtókt seinastu árini. Bæði nøvnini hava tvær ferðir áður verið best umtóktu nógv á dreingjum, millum annað í 2023, tá tey vóru ovast og næstovast á listanum yvir best umtóktu nøvn á dreingjum. 

Síðani 1988 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 Elias. Við ársenda í fjør vóru 144 menn við navninum Brandur búsitandi í Føroyum, meðan menn við navninum Elias vóru 118 í tali.  

Nøvnini Gilli, Hákun og Gabriel, sum eisini vóru vælumtókt í 2025, hava ikki verið brúkt líka nógv sum Brandur og Elias seinastu árini. Navnauppgerðin, sum gongur aftur til 1985, vísir, at 44 dreingir hava fingið navnið Gilli síðan tá, meðan 58 hava fingið navnið Hákun og 21 hava fingið navnið Gabriel. Gabriel er tað nýggjasta av hesum trimum, og var fyrstu ferð við í uppgerðini í 2003, skrivar Hagstovan. 

Atlas - nýggjasta vælumtókta dreingjanavnið

Eitt av nýggjaru nøvnunum í Føroyum var eisini vælumtókt dreingjanavn í 2025. Fýra dreingir vórðu nevndir Atlas. Atlas er eitt av heilt nýggju nøvnunum í Føroyum, tí áðrenn 2019 var eingin nevndur Atlas. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder