Innanlands

Brimið etur seg niðan móti Nesvegnum

Brimið hevur í vetur etið seg niðan at Nesvegnum millum Vág og Porkeri

(Mynd: Suðurrás)

(Mynd: Suðurrás)

2022-04-25 14:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður uttan iva neyðugt at fylla uppaftur í innaru Klivagjógv. Hetta skrivar Suðuroyarportalurin um vikuskiftið, sum hevur myndir av Nesvegnum, har brimið hevur máa undan.

Nesvegurin er millum Vág og Porkeri.

Á markinum millum Vágs og Porkeris kommunu eru tvær gjáir, Klivagjógv innara og Klivagjógv uttara – báðar avmyndaðar á loftmynd, sum er frá 2009.

Við innaru Klivagjógv sæst tíðliga at tað í 2009 eru nakrir metrar frá vegjaðaranum og út til sjálva gjánna. Men seinastu árini er meiri og meiri máa burturav – og brimið í vetur hevur etið seg niðan at vegnum, soleiðis at ein peli í autoverjuni hongur at kalla leysur.

Sí myndir á sudurras.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder