Innanlands

Brimil á Havnina við vraki í morgun

Í morgun kom Brimil á havnina við vrakinum av tvíkiljuni Anna Bambooe og teimum báðum fólkunum, sum vóru umborð, tá hon sakk fyrrapartin í gjár

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-04-30 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um klokkan hálvgum tólv fyrrapartin í gjár sá vaktarskipið Brimil ein tjúkkan royk beint sunnan fyri gráðusonuna millum Bretland og Føroyar.

Brimil setti seg í samband við MRCC fyri at vita, um nakað skip var á leiðini har teir sóu roykin, og MRCC sá, at tveir seglbátar vóru har sum Brimil sá royk.

Brimil setti arbeiðsbátin út og sigldi við nógvari ferð móti roykinum. Eftir 20sm kom arbeiðsbáturin fram á tvíkiljuna Anna Bambooe sum tá var sokkin av eldi og lá í vatnskorpuni.

Tvey fólk vóru við, og tey vóru bjargað umborð á tvíkiljuna Paragon sum var í nánd.

Bæði fólkini hava tað gott eftir umstøðunum og vóru fingin umborð á Brimil saman við vrakinun. Tey komu á Havnina klokkan átta í morgun.

Tórshavnar kommuna tekur sær av fólkinum, og Tórshavnar Havn og Tórshavnar Sløkkilið taka sær av vrakinum, skrivar Vørn á heimasíðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder