Innanlands

Brimil sleipaði útróðrarbát til Klaksvíkar

Ein útróðrarbátur, sum var staddur í Norðhavinum, bað í gjár Brimil um sleip

Brimil (Savnsmynd)

Brimil (Savnsmynd)

2022-03-09 09:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á middegi í gjár varð boð eftir vaktarskipinum Brimil at sleipa ein bát, sum hevði trupulleikar.

Talan var um ein útróðrarbát, sum var staddur í Norðhavinum, sum bað um sleip, skrivar Vørn.

Sleipið tók fimm tímar og 45 minuttir, og var Brimil í Klaksvík við bátinum stutt eftir klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder