Innanlands

Brimverjan gerast av nýggjum: Nú verður so smátt farið í gongd

Manningarskúrar eru komnir til bygdina í dag. Amboðini koma seinni í vikuni, og so fer arbeiðið at gera brimverjuna í Hvalba av nýggjum

2021-05-10 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Herfyri var sáttmáli undirskrivaður millum RTS Contractors og Hvalbiar kommunu um at byggja havnarlagið á Hamranesi upp aftur.

Nú eru fyrireikingarnar farnar í gongd, og manningarskúrar, har arbeiðsfólkið hjá RTS fara at búgva, eru í dag komnir til bygdina.

Eftir ætlan koma amboðini til bygdina seinni í vikuni, og so fer arbeiðið so smátt í gongd.

Øll brimverjan verður gjørd av nýggjum og kostnaðurin fyri arbeiðið er góðar 10 milliónir krónur. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt í ár.

Tað var í februarmánað í fjør, at brimgarðurin fór illa í ringa illveðrinum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder