Mentan

Bringumynd av Jógvan Waagstein avdúkað í dag

Tað er Norðoya Sparikassi, sum saman við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri

2019-05-31 13:36 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kl. 16.00 í dag verður ein standmynd av Jógvan Waagstein, fjøllistamanni avdúkað í Klaksvík. Tað er Norðoya Sparikassi, sum saman við Klaksvíkar kommunu, ið skipar fyri.

Jógvan Waagstein var føddur í Klaksvík, sonur Samuel Michael Joensen, lærari og deknur úr Gerðum í Klaksvík og Mariu Fredrikku, f. Olsen av Toftanesi í Leirvík. Jógvan Waagstein var giftur við Elsebeth Súsannu, f. Dahl úr Vági.

Jógvan Waagstein var ein fjøldbroyttur listamaður. Umframt sítt lívsstarv sum lærari tókst Waagstein við nógv ymiskt mentanarligt arbeiði, millum annað var hann nótauppteknari, komponistur, listamálari og urguleikari í Havnar kirkju. Ímillum løgini, hann hevur gjørt, kunnu nevnast: Í búri, Tíðin rennur sum streymur í á, Hann rann sær kátur og Ein skortlitt kúgv við garðalið.

Jógvan Waagstein var eisini ein virkin listamálari. Motivini eru tey allarflestu landsløg og bygdaløg í Føroyum. Hann hevur m.a. málað altartalvurnar í Árnafirði, Mikladali og í Hovi.

Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar kommuna vilja við tiltakinum heiðrað mentamanninum, Jógvan Waagstein, skrivar Klaksvíkar kommuna.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder