Í dag hevur Heiðrikur á Heygum framsýning og bókaútgávu av bókini hjá sær “Bringureyði” í Gallarí Williamstovu frá klokkan 15 til 19.
“Bringureyði” er síðsta bókin av trimum fáblum hjá Heiðriki á Heygum, sum hann eisini hevur myndprýtt. Bókin snýr seg um svartadeyðan, ið kom fyrstu ferð til Evropa á Sisilia í 1347, har ein kvinna goymdi seg í ótta fyri deyðanum, og ikki fyrr enn tá skilur hon, at hon aldrin hevur livað.
Bókin fæst bæði á føroyskum og enskum. Fá eintøk eru gjørd av bókini, har hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað. Umframt at bókin verður útgvin, verða tey 13 koparprentini til bókina sýnd fram og eru eisini til sølu.
Framsýningin á Gallarí Williamstovu er opin til 6. august frá klokkan 15 til 19.
Heiðrikkur av Heygum (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald