Uttanlands

British Airways fær metahøga bót fyri trygdarbrot

Í 2018 eydnaðist tað teldusníkum at stjala gjaldskortsupplýsingar hjá 500.000 ferðafólkum, og hetta skal flogfelagið nú gjalda 183 mió. pund fyri

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2019-07-08 19:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flogfelagið British Airways skal gjalda eina methøga bót á 183 mió. pund (umleið 1,5 mia. í okkara krónum) orsakað av einum broti í trygdarskipanini hjá felagnum í fjør.

Bótin verður givin av bretska dátueftirlitinum, ICO, og er hetta tann størsta, sum ICO nakrantíð hevur givið, skrivar DR.

British Airways upplýsti í september í fjør, at gjaldskortsupplýsingar hjá hundraðtúsundatals ferðafólkum vórðu stolnir frá heimasíðu og app teirra.

Sambært tíðindastovuni Reuters er talan um uml. 500.000 ferðafólk, sum teldusníkar stjólu upplýsingarnar hjá.

Tá segði British Airways, at teldusníkar høvdu framt eitt "framkomið, óreint álop á heimasíðuna".

Sambært gjaldsfelagnum Nets, ið eigur Dankortið, vórðu fleiri donsk gjaldskort eisini rakt av hesum álopinum.

Hjá British Airways eru tey skelkað og vónbrotin um støðuna, og Willie Walsh, fyrisitingarstjóri hjá spansk-bretska felagnum, IAG, sum eigur British Airways, sigur, at tey ætla at taka málið upp við ICO.

- Vit ætla okkum at taka øll hóskandi stig fyri at verja British Airways, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder