Uttanlands

British Airways rakt av verkfalli

Eingi flogfør hjá stóra enska flogfelagnum flúgva í dag – fyrstu ferð nakrantíð at flogskipararnir eru í verkfalli

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-09 10:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska flogfelagið British Airways hevur avlýst so at siga alla flúgving í dag orsaka av einum umfatandi millum flogskipararnar.

Flogskipararnir hjá British Airways boðaðu frá 48 tíma verkfalli í dag og í morgin og aftur 27. september.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at flogskiparar hjá British Airways eru í verkfalli, skrivar Reuters tíðindastovan.

Verkfallið kemur orsaka av, at tað ikki eydnaðist felagnum at finna semju um eina avtalu við fakfelagið hjá flogskiparunum, British Airline Pilots’ Association, BALPA.

- Eftir royndir í fleiri mánaðir at loysa ósemjuna, eru vit ótrúliga kedd av, at tað er enda soleiðis, sigur British Airways í skrivi í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder