Uttanlands

British Airways steðgar alla flúgving til Kairo fyribils

Flogferðslan er í stórum vanda fyri at verða rakt av yvirgangi, metir bretska uttanríkismálaráðið

Savnsmynd: EPA

Savnsmynd: EPA

2019-07-20 21:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Flogfelagið British Airways hevur útsett alla flogferðir til egyptiska høvuðsstaðin Kairo næstu vikuna.

Orsøkin er, at tey óttast fyri, at flogfør kunnu verða rakt av einum yvirgangsálopi.

Hesum boða bretska uttanríkismálaráðið frá, sambært fleiri útlendskum miðlum í dag.

Talsfólk hjá flogfelagnum sigur við BBC, at tey hava steðgað allari flúgving til Kairo í dag og sjey dagar fram fyri at meta um trygdina.

- Trygdin hjá okkara kundum og starvsfólkum er tað, sum hevur mest týdning, og vit høvdu ongantíð funnið uppá at sent eitt flogfar avstað, um tað ikki var trygt at gera tað.

Á heimasíðuni hjá uttanríkimálaráðnum stendur, at ráðið metir, at flogfør eru í stórum vanda fyri at verða rakt av yvirgangi.

Heitt verður á bretsk ferðafólk um ikki at fara nakrar óneyðugar túrar til Sharm el Sheikh, til Suðursinai og til støð vestanfyri Nile Valley og Nile Delta-landspartarnar.

Uttanríkismálaráðið boðar eisini frá, at onnur tiltøk verða sett í verk fyri at tryggja flogferðsluna úr Egyptalandi til Bretlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder