Uttanlands

British Airways stegðar allari flúgving til og frá Kina

Á heimasíðuni hjá stóra bretska flogfelagnum eru allr ferðir restina av januar og allan februar strikaðar. Felagið ynskir ikki at seta heilsuna hjá ferðafólkum og starvsfólkum í vanda

2020-01-29 09:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Coronavirusi heldur fram við at spreiða seg. Seinastu tølini hjá heilsumynduleikum vísa, at talið av smittaðum er komið upp ímóti 6000. 132 fólk - tvey prosent - eru deyð av virusinum.

Les eisini: Fepur, hosti og leyst lív: Her eru sjúkueyðkennini upp á Coronavirus

Fleiri lond leggjast afturat. Nú eru persónar í minst 16 ymiskum londum raktir, og í Sameindu arabisku emiratinum er minst ein persónur smittaður, og harvið er virusi komið til Miðeystur.

USA, Japan, Ný Sæland og Avstralia eru í gongd við at flyta ríkisborgarar, sum eru í Hubei-landslutinum, burtur. Mynduleikar í Avstralia hava valt at nýtt Jólaoynna, ið landið nýtir sum flóttafólkamiðstøð í løtuni, til at flyta fólkini á. Har verða tey eftir ætlan í karantenu í tvær vikur. Hetta skrivar The Guardian. Amerikanskir ríkisborgarar lenda fyrst eitt stað í Alaska, har teir verða kannaðir.

Sjey danskir ríkisborgarar í økinum, har Wuhan er høvuðsstaður, bíða eftir at verða fluttir burtur. Staðfest varð, at persónurin sum í gjárkvøldið varð kannaður fyri virusi á Aarhus Universitetshospital ikki hevði sjúkuna.

Sí eisini: Vandin fyri coronavirusi í Føroyum er lítil

Stóra bretska flogfelagið, British Airways, tekur ongar møguleikar. Í morgun gjørdist greitt, at felagið nú stegðar allari flúgving til Kina komandi mánaðin. Teir dagligu túrarnir frá Heathrow til Shanghai og Bejing verða av ongum, orsaka av óttanum fyri Coronavirusinum. 

- Vit biðja viðskiftafólkum okkara um umbering fyri hendan ampan, men trygdin hjá viðskiftafólkum og arbeiðsfólki okkara er altíð tað, sum vit hugsa fyrst og fremstum.

Hetta skrivar felagið í einum telduposti. Bretskir mynduleikar hava mælt sínum ríkisborgarum frá at ferðast til Kina, uttan so at tað er hægst neyðugt. Teir arbeiða nú við at fáa flutt teir 300 bretarnar, ið eru í Wuhan ella aðrastaðni í Hubei-landslutinum. Eingin breti er enn raktur av virusinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder