2019-05-24 12:57
Britta Nielsen gjørdist kend herfyri, tí at tað vísti seg, at kvinnan, sum starvaðist hjá danska Barna- og almannamálaráðnum, hevði snýtt danska statin fyri 117 milliónir krónur.
Nú verður Britta Nielsen ákærd fyri grovt svik, embætismannamisbrúk og skjalafalsan, tí at hon frá 1993 til 2018 flutti pening frá ráðnum til sín sjálvs.
64 ára gamla kvinnan skal hava flutt pening til sín sjálvs fleiri enn 300 ferðir í hesum tíðarskeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald