Innanlands

“Broddi” vann Ungt virki

Aron Djurhuus Thorsteinsson, Hákun Torkildshøj Sigvardsen, Klara Fríða Johannesen, Hendrik Niclasarson Thomsen og Álvdis Andrea Kjølbro

2022-03-25 18:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist ‘Broddi’, sum vann ársins útgávu av kappingini ‘Ungt Virki’. Á øðrum plássi var ‘Safedrive’, ‘Plagga’ gjørdist nr. 3, meðan ‘eFishient’ fekk eitt herðaklapp frá dómsnevndini.

Sjey dómarar hava í dag gjøgnumgingið 26 verkætlanir hjá umleið 130 næmingum. Bæði sum framsýningar, settar upp á básum, framløgum fyri øllum í stóra atrium á Glasi og so samrøðum við dómararnar.

Kappingin var sera hørð, og tað var stór semja millum áhoyrarnar um, at verkæltaninar í ár – sum heild – vóru sera fjølbroyttar, snildar og umhugsaðar. Tað tók eisini dómsnevndini drúgva tíð at koma til semju um vinnandi verkætlanirnar. Til sjeyndu og síðst stóð bert ein fyritøka eftir sum vinnari – og í ár gjørdist tað so verkætlanin ‘Broddi’. Tey, ið manna vinnandi bólkin, eru Aron Djurhuus Thorsteinsson, Hákun Torkildshøj Sigvardsen, Klara Fríða Johannesen, Hendrik Niclasarson Thomsen og Álvdis Andrea Kjølbro.

Í dómsnevndini í ár vóru Regin Dalsgaard, Thetis, Súsanna Laursen, Hugskotið, Hendrik Egholm, sjálvstøðugt vinnurekandi, Óli Kristian á Torkilsheyggi, Navia, Rói Poulsen, Nema, Turið Madsen, Betri, og Anna Maria Toftegaard, Betri.

Myndir av básunum og annars frá degnum, eru at síggja á glasir.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder