Fleiri altjóða filmslið eru í Føroyum í løtuni og taka upp. Í Hvannasundi arbeiða tey við einum dokumentari um stóra drápsmálið har, í Klaksvík verður tikið upp til eina røð um Klaksvíksstríðið, og ein altjóða kendur niðurlendskur kokkur, er eisini sæddur í Føroyum fyri at taka upp til eina matsending.
Ein nakað øðrvísi matsending er ein á danska TV2, kallað Brødrene Ost.
Tað er eitt slag av ferðasending, sum brøðurnir Magnus og Emil Millang eru vertir fyri.
Magnus Millang er kendur komikari, sjónleikari, leikritahøvundur og leikstjóri. Hann hevur spælt inn fleiri filmar, seinast hevði hann ein av høvuðsleiklutunum í Oscarvinnandi filminum hjá Thomas Vinterberg, Druk.
Yngri beiggin, Emil Millang, er eisini við at gerast ein navn innan danska filmsídnaðin, bæði sum leikari og leikritahøvundur.
Í sendirøðini Brødrene Ost ferðast brøðurnir runt til spennandi lond og støð, har matur, kanska serliga ostur, er høvuðsevni í røðini.
Tað er Símin Gullaksen í Klaksvík, sum hevur samskipað vitjanina hjá brøðrunum í Føroyum. Teir hava vitjað og roynt bæði Ræst og Koks, verið til føroyskan dans – í føroyskum klæðum – saman við Lars Løkke Rasmussen og Klaksvíkar Dansifelag.
Eisini hava teir verið ein túr í Múla fyri at royna Múlaostin, sum verður turkaður har.
Sum skilst vóru teir bergtiknir av smakkinum av danska ostinum, sum verður góðskaður í føroyskum hjøllum, men harmast saman við føroysku stigtakarunum um, at hesin ostur ikki kann seljast aftur til Danmarkar og ES-londini, eins og aðrar føroyskar landbúnaðarvørur.
Sendirøðin við Brødrene Ost verður at síggja á TV2 í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald