2024-03-25 11:43
Politiið kannar eitt innbrot í FK í Klaksvík.
Innbrotið er framt sunnunáttina tann 24. mars umleið klokkan 02.30. Ein størri peningaupphædd er blivin stolin, sigur løgreglan.
Kanningararbeiðið hevur víst, at tann eini brotsmaðurin var ílatin eina drakt sum tann á myndini.
Halda fólk seg vita nakað um málið, vera tey biðin um at ringja til politiið á 351448 ella 114.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald