2024-07-14 09:25
Amerikanska samveldisløgreglan FBI hevur eyðmerkt brotsmannin, sum steyt fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump og sum síðani varð dripin av Secret Service.
Talan er um Thomas Matthew Crooks, ein 20 ára gamal maður úr Bethel Park í Pennsylvania, váttar FBI í morgun sambært altjóða miðlum.
Á tíðindafundi um midnátt amerikanska tíð upplýsti FBI, at tað enn ikki er greitt, hví Crooks skeyt eftir amerikanska forsetanum.
– Vit hava í løtuni ikki staðfest eitt motiv, men okkara kanningarfólk arbeiða við at staðfesta, hvat motivið var, varð sagt í tíðindafundinum.
Les eisini: - Eg varð raktur av einari kúlu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald