Innanlands

Broyting: Verður á Gøtuvík klokkan 15

Nýggjasta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum kemur ein tíma fyrr á Gøtuvík enn áður fráboðað

2019-09-03 11:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gitte Henning, sum reiðaríið Varðin fyribils hevur keypt úr Danmark fyri at fiska fyri Trónd í Gøtu, kemur til Føroya í dag. Fyrst boðaði reiðaríið frá, at skipið skuldi koma á Gøtuví klokkan 16, men hetta er nú broytt.

Skipið kemur er í løtuni eystur úr Dímun, og kemur á Gøtuvík klokkan 15. Sum siður er, verður siglt tríggjar ferðir í ring.

Tíðin tá skipið verður í Runavík er óbroytt. Høvi verður at vitja umborð á Gitte Henning 1  frá klokkan 17 til 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder