Innanlands

Broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli komandi vikuskifti

Komandi vikuskifti verður jóansøka á Tvøroyri, og í hesum sambandi verða broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli og bygdaleiðunum í Suðuroynni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-20 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 25. til 27. juni verður jóansøka á Tvøroyri, og í hesum sambandi verða broytingar í ferðaætlanini hjá Smyrli og bygdaleiðunum í Suðuroynni.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra til komur og fráferðir hjá Smyrli, og tann ferðaætlanin verður lýst í næstu viku, skrivar Strandferðslan á heimasíðuna.

– Jóansøkuvikuskiftið eru vanliga nógv ferðandi, og tí verður heitt á øll ferðandi at fylgja almennu tilmælunum. Samstundis verður heitt á kappróðrarmanningar og hjálparfólk at halda seg saman í egnum bólki undir ferðing við ferjum og bussum hjá Strandferðsluni, skrivar Strandferðslan.

Lagt verður afturat, at kappróðrarbátar hava framíhjárætt leygardagin á túrinum av Havnini klokkan níggju og av Krambatanga klokkan 21.30.

Komandi vikuskifti sær ferðaætlanin hjá Smyril soleiðis út:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder