Innanlands

Broytingar í ferðaætlanini hjá Teistanum

Bygdaleiðirnar 700 og 701 koyra ikki í løtuni, og veðrið hevur eisini við sær, at broytingar verða á Sands- og Hestleiðini í kvøld

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Teistin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-07 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk boðar frá nógvum vindi í støðum, og veðrið hevur við sær fleiri avlýsingar hjá Strandferðsluni.

Í løtuni koyra Bygdaleiðirnar 700 og 701 ikki, og broytingar eru eisini í ferðaætlanini hjá Teistanum í kvøld.

Síðsti túrur á Sandsleiðini verður sigldur úr Skopun klokkan 18.35, og fráferðin av Gomlurætt klokkan 20 verður framskundað til klokkan 19.10.

Túrarnir á Hestleiðini av Gomlurætt klokkan 19.10 og úr Hesti klokkan 19.30 verða ikki sigldir, skrivar Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder