2019-10-13 17:10
Nýggja samgongan er nú klár við lógaruppskotinum um sjófeingi, ið er farið til hoyringar. Hetta skrivar Kringvarp Føroya á heimasíðu síni.
Allar tær broytingar sum samgongan er samd um at fremja eru við í uppskotinum. Uppskotið snýr seg millum annað um, hvussu fiskirættindini skulu útlutast, har ásetingarnar um uppboðssølu í galdandi lóg skulu avtakast.
Eisini skulu treytirnar um útlendskan kapital og eigaraskap linkast, eins og reglurnar um umsetiligheit, brúksskyldu, fiskidagaskipan og kravið um føroyskan kaikant skulu
Ætlanin er at nýggja lógin skal koma í gildi á nýggjárinum.
Kelda: kvf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald