Innanlands

Broytingar í landsstýrinum: Elsebeth og Jacob í tingið

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnan í almannamálum hava boðað løgmanni frá, at tey ynskja at verða loyst úr starvi

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er eitt av landsstýrisfólkunum, sum í dag hevur heitt á løgmann um at verða loyst úr starvi (Savnsmynd)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er eitt av landsstýrisfólkunum, sum í dag hevur heitt á løgmann um at verða loyst úr starvi (Savnsmynd)

2021-12-20 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum hava í morgun boða løgmanni frá, at tey ynskja at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk 1.

Løgmaður hevur eftirlíkað teirra umbøn, boðaði Løgmansskrivstovan frá fyri løtu síðani.

Sambært fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan 124 frá 19. august 2021 § 44 stk. 3, røkir løgmaður fyribils fiskivinnumál og almannamál.

Hetta merkir, at Brandur Sandoy og Annika Olsen, ið hava sitið sum varafólk á tingi fyri hesi bæði landsstýrisfólkini, missa sín tingsess. Annika Olsen var ein av tveimum samgongulimum, sum atkvøddu við andstøðuni til 2. viðgerð fyri júst einari viku síðani.

Úrslitið varð, at tað bleiv samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Dagførd kl. 12.05

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder