Claus V. Hemmingsen, næstovasti stjóri í A.P. Møller-Mærsk samtakinum, gevst í summar. Tað boðar felagið frá í einum boðum til keypsskálarnar í morgun.
Tað merkir, at Claus V. Hemmingsen gevst sum stjóri fyri orkudeildini í A.P. Møller-Mærsk. Broytingin í leiðsluni kemur eftir, at arbeiðið við at skilja oljuvirksemið frá restini av samtakinum er av, skrivar jp.dk.
- Hetta arbeiði hevur Claus Hemmingsen gjørt við stórari virðing fyri søguni og arvinum hjá fyritøkuni, meðan hann hevur tryggja grundarlagi fyri framhaldandi vøkstri uttan fyri A.P. Møller-Mærsk, sigur Jim Hageman Snabe, nevndarformaður í einum tíðindaskrivi.
Claus V. Hemmingsen byrjaði starvsleið sína í A.P. Møller-Mærsk í 1981 sum shippingnæmingur. Síðan hevur hann havt fleiri leiðarauppgávur í fyritøkuna, eitt nú stjóri fyri Maersk Drilling. Í 2007 gjørdist hann partur av ovastu leiðsluni, og síðan 2016 var hann varastjóri og ovasti fyri orkudeildini.
- Claus er ímyndin av virðunum í A.P. Møller-Mærsk, og hann er ein frálíkur leiðari, sum á nógvum økjum er komin við tíðandi íkastum til felagið, sigur Søren Skou, ovasti stjórin í A.P. Møller-Mærsk.
Fyritøkan hevur slept sær av við Maersk Oil, Maersk Tankers og Maersk Drilling verður nú børsskrásett. Í farna mánaði boðaði felagið frá, at ætlanin um eisini at sleppa av við Maersk Supply Service er slept, av teirri einføldu orsøk, at ongin keypari kundi finnast.
Claus V. Hemmingsen verður nú nevndarformaður í Maersk Drilling, sum verður skrásett í keypsskálunum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald