Innanlands

Broytingar í siglingini í dag

Nú Teistin fer á beding fer Ternan at sigla á Sandoyarleiðini og Hestleiðini, meðan Erla Kongsdóttir siglir á Nólsoyarleiðini

Teistin kemur væntandi aftur av beding fyrst í juni (Savnsmynd)

Teistin kemur væntandi aftur av beding fyrst í juni (Savnsmynd)

2022-05-09 08:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú Teistin fer á beding verða fleiri broytingar gjørdar á Sandoyarleiðini, Hestleiðini og Nólsoyarleiðini.

Í morgun siglir Teistin túrarnar fram til klokkan 9.45, tá Ternan tekur yvir.

Hasfjord er eisini farið í sigling aftur í morgun, og siglir skipið við broyttari ferðaætlan, til Teistin kemur aftur.

Ternan siglir fyrstu túrarnar á Nólsoyarleiðini, og tá Ternan yvirtekur siglingina hjá Teistanum, fer Erla Kongsdóttir inn á Nólsoyarleiðina. Erla siglir fyrsta túrin klokkan 12.30.

Sambært Strandferðsluni kemur Teistin væntandi aftur av beding uml. 1. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder