Innanlands

Broytingarnar í fiskivinnuni fáa ikki vanligu hoyringsfreistirnar

Vestergaard ætlar at leggja fram nýggj uppskot fyri fiskivinnuna fram longu í hesum mánaðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-04 17:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Av tí at Aksel V. Johannesen og hansara landsstýri neyðhildu um valdið í alt ov langa tíð, so er ikki møguligt at lata broytingarnar í fiskivinnulóggávuni vera úti til hoyringar í fýra vikur, sum vanligt er.

Soleiðis segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum á tingi í dag í sambandi við at aðalorðaskiftið um sjófeingið endaði fyri lítlari løtu síðani.

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at ætlanin hjá landsstýrinum er, at koma við lógaruppskotunum fyri fiskivinnuna í hesum mánaðinum, so at tingskipanin fær stundir at viðgera uppskotið so nýggju lógirnar kunnu koma í gildi á nýggjárinum.

Bæði Høgni Hoydal fyrrverandi landsstýrismaður við fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannessen, fyrrverandi løgmaður, undraðu seg á, at ætlanin nú er at víkja frá vanligum hoyringsfreistum, so at partarnir við áhuga í málinum kunnu koma við sínum viðmerkingum.

Men tað eru tað ikki stundir til, sambært Jacob Vestergaard. Og orsøkin er, at undanfarna landsstýri ”neyðhelt um maktina”.

Jacob Vestergaard lovaði tó, at partarnir skuldu fáa uppskotini til hoyringar, kanska longu í komandi viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder