Innanlands

Broytt og tillagað ferðaætlan komin í gildi í dag

Í dag er nýggj ferðaætlan komin í gildi fyri bussleiðina í Havn

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-07-04 15:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein av broytingunum er, at á leið 1 kemur ein morguntúrur, sum byrjar í Hoyvík. Hesin morguntúrurin ger, at fólk kunnu møta til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum áðrenn kl. 7.00.

Eisini verður ein morguntúrur á leið 4, sum koyrir úr Hoyvík, Undir Brúnni, Villingardalsvegin, Vestara Ringveg og út á Glasir.

Leið 2 fer frá at koyra fýra ferðir um tíman til at koyra 3 ferðir um tíman. Broytingin á leið 2 er eisini, at tað ikki longur verður koyrt gjøgnum Gundadal, men ístaðin oman til SMS at venda - so niðan á Háls og víðari eftir ferðaætlanini.

Hendan nevnda broytingin ger, at leið 1 og leið 2 møtast í framtíðini bara eina ferð um tíman í Steinatúni. Hinar túrarnar má bíðast nakrar minuttir, áðrenn bussurin kemur. Tað ber til at skifta í Steinatúni millum leið 1 og leið 2 um kvøldið og í vikuskiftinum.

Leið 3 fer frá at koyra tvær ferðir um tíman til at koyra tríggjar ferðir um tíman. Eingin broyting er í sjálvari ferðaætlanini hjá leið 3 um dagin.

Um kvøldið og í vikuskiftinum er ein broyting í ferðaætlanini fyri leið 3, frá at koyra framvið Berjabrekku og Sundsvegin koyrir leið 3 niðan Undir Brúnna, Villingardalsvegin, Varðagøtu og til SMS at venda, og so víðari eftir ferðaætlanini hjá leið 3.

Leið 4 og leið 5 verða lagdar saman til eina leið – leið 4. Broyting er gjørd í ferðaætlanini, ein partur verður koyrdur sum fyrrverandi ringleið 5, og ein partur av farleiðini verður koyrdur sum gamla leið 4.

Leið 4 kemur eisini aftur at koyra gjøgnum Gundadal og at koyra framvið Landssjúkrahúsinum á veg út til Glasir. Ein stór broyting er, at leið 4 koyrir ikki um kvøldið og í vikuskiftinum. Har kemur leið 3 at koyra Undir Brúnni, Villingardalsvegnum og Varðagøtu og víðari eftir somu ferðaætlan.

Í vikuskiftinum koyra leið 1, leið 2 og leið 3 sum vanligt leygarkvøld til kl. 23.00. Sunnudag verður koyrt til kl. 19.00. Vikuskiftiskoyringin til bygdinar verður broytt, tí leygardag verður koyrt tríggjar túrar ístaðin fyri fýra túrar.

Eingin vikuskiftiskoyring verður til Kollafjarðar, Kaldbak, Velbastað og Kirkjubøar sunnudag.

Sí meira kunning um bussleiðina her.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder