Mentan

Bruce hevur heilsutrupulleikar – avlýsir konsertir

Hevur tekin um magasár - útsetir átta konsertir í USA

Bruce Springsteen í Parkini í Keypmannahavn í summar saman við trúgva fylgisveini sínum, Steven van Zandt (Mynd: EPA)

Bruce Springsteen í Parkini í Keypmannahavn í summar saman við trúgva fylgisveini sínum, Steven van Zandt (Mynd: EPA)

2023-09-07 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Væl umtókti amerikanski sangarin, 73 ára gamli Bruce Springsteen, hevur fingið trupulleikar við heilsuni, og er fyribils givin við síni longu konsertferð.

Í fyrsta lagið eru átta ætlaðar konsertir hendan mánaðin avlýstar. Talan er um átta konsertir í USA.

Hetta skrivar sangarin sjálvur á sosiala miðlinum X, fyrrverandi Twitter.

Tað eru læknaligu ráðgevarar hansara, sum hava tikið avgerðina um at útseta konsertirnar. Hetta hendir, tí sangarin skal viðgerast fyri eyðkenni, sum líkjast magasári, verður sagt.

- Vit harmast stórliga yvir, at vit mugu útseta konsertirnar, skrivar Springsteen í boðunum.

- Takk fyri at tit skilja og stuðla. Vit hava havt tað stuttligt undir konsertunum, og gleða okkum til fleiri góðar stundir, tá vit vónandi skjótt venda aftur, leggur hann afturat.

Bruce Springsteen og hansara E-Street band hava verið á drúgvari konsertferð. Í apríl mai, juni og juli í ár spældi hann 31 drúgvar konsertir í Evropa, eitt nú tríggjar í Göteborg, tvær í Oslo og tvær í Parkini í Keypmannahavn.

Nú verða so restirnar av konsertunum, ið skuldu verið hildnar í USA henda mánaðin útsettar. Sambært ætlanini verður konsertferðin tikin uppaftur í Kanada í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder