Ein 15 ára gomul genta lat lív, tá ein heingibrúgv slitnaði og fall niður í eina á í útsynningapartinum av Fraklandi í dag.
Minst tvey akfør, ein lastbilur og ein persónbilur, fóru við í fallinum niður í ánna Tarn í býnum Mirepoix-sur-Tarn norðan fyri Toulouse. Møguliga fór ein triði bilur við eisini.
Fýra persónar vórðu bjargaður upp úr ánni á lívi, teirra millum móður gentuna, sum lat lív. Tey óttast fyri, at tað møguliga eru fleiri, sum duttu í ánna.
Yvir 60 bjargingarfólk, harav fleiri froskmenn, vórðu send til staðið fyri at hjálpa til við leitingini.
Brúgvin bant býirnar Mirepoix-sur-Tarn og Bessieres.
Brúgvin, sum var bygd í 1930’unum var ikki ætlað akførum, sum vigaðu meira enn 19 tons. Brúgvin var nógv brúkt – eisini av fólki til gongu, eitt nú skúlabørnum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald