Uttanlands

Brúgv nærhendis Washington fallin saman

Talan kann vera um stóra vanlukku - enn vita tey ikki hvussu nógv fólk eru rakt av hendingini

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2024-03-26 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Francis Scott Key brúgvin í Baltimore í statinum Maryland í USA er fallin saman eftir at farmaskip rendi inn í ein av brúgvastólpunum.

Samanstoyturin hendi í nátt, lokala tíð. Stutt eftir raplaði brúgvin á sjógv.

Enn er óvist hvussu nógv fólk eru rakt av hendingini. Sambært løgregluni á staðnum vóru tað fleiri akfør og fólk, sum endaðu á sjónum. Kevin Cartwright, umboð fyri sløkkiliðið á staðnum, sigur við AP tíðindastovuna, at talan kann vera um stóra vanlukku.

[object Object]
Brúgvin er beint norðan fyri amerikanska høvuðsstaðin, Washington D. C. (Kort: Google)

- Í løtuni royna vit at miðsavna okkum um at fáa fólkini upp úr sjónum eftur, sigur hann við AP.

Sambært nettænastuni MarineTraffic var tað bingjuskipið Dali, sum siglir undir singaporskum flaggi, sum sigldi á brúnna. Skipið er knappar 300 metrar langt og góðar 48 metrar breitt, og skal vera á veg til Sri Lanka.

Francis Scott Key Bridge var gjørd úr stáli, er umleið 2,5 kilometrar long og tann longsta brúgvin har í økinum. Hon førir yvir ánna Patapsco River, og varð tikin í brúk í 1977, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder