2019-10-09 10:18
Seinastu tíðini hevur verið arbeitt við at gera eina nýggja brúgv um Fossá í Vestmanna og at rætta Ovara Veg. Í seinastu viku varð greitt, at tað nærkaðist til, at brúgvin fór at verða liðug.
Seinasta hond hevur verði løgd á seinastu dagarnar. Autoverjan er nú sett upp og seinasta strekkið asfalterað.
Í sambandi við at nýggja verður latin upp alment, fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri almennum hátíðarhaldi á brúnni í dag, 9. oktober kl. 16.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri, ber fram røðu og klippur snórin. Aftaná fara bilarnir hjá Vestmanna Kommunu at koyra um brúnna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald