placeholder
Uttanlands

Brúgvin um Stórabelt verður møguliga stongd fyri ferðslu í morgin

Boðað verður frá nógvum vindi í Danmark í morgin, og tað er í tíðarskeiðnum frá klokkan sjey á morgin til fimm seinnapartin, at vandin er

2020-12-26 21:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki bert í Føroyum, at veðurforsøgnin til í morgin ikki sær nakað serlig út. 

Sí veðrið her

Tað verður eisini boðað frá nógvum vindi i Danmark, tó at tað serliga er fyrr upp á dagin, har tað Í Føroyum helst verður ringt í annaðkvøld og mánadagin.

DMI hevur boðað frá vindstyrki upp til 26 metrar um sekundið. Um tað verður 25 metrar um sekundið letur brúgvin um Stórabelt aftur fyri ferðslu. 

Tað verður væntandi áleið tann styrkin frá tíðliga í morginárini og yvir 12 tímar fram, og tað er seliga tíðarbilið millum klokkan sjey á morgni og fimm seinnapartin, at tað ikki sær gott út.

Longu í kvøld verður frárátt akførum, ið eru "viðkvom", tá tað kemur til veður, at koyra yvir stóru brúnna. Tað er Sund og Bælt , ið upplýsir hetta.

Tv2.dk skrivar, at væntast kann ringt veður kring landið - serliga í vestara parti av Jútlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder