Mentan

Brúka eina millión til list

Í síðstu viku var avtala undirskrivað við listakvinnuna Astri Luihn, um at listprýða nýggja skúlan og ítróttarhøllina við Streymin

Páll Holm Lave, arkitektur, Helgi Fossádal, Listafakligur ráðgevi, Astri Luihn, listakvinna og Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu

Páll Holm Lave, arkitektur, Helgi Fossádal, Listafakligur ráðgevi, Astri Luihn, listakvinna og Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóri í Sunda kommunu

2020-02-24 18:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Listprýðingin á veggunum verður gjørd við íbláðstri úr Sjúrðarkvæðunum.

Astri sigur soleiðis:

– Jógvan Kallsmaður við Norðskála var fyrsti heimildarmaður til okkara stóra tjóðarepos, Sjúrðarkvæðini. Hann dikteraði 164 ørindi fyri H.C. Lyngbye summarið 1817, og hetta var ein sensasjón í vísindaverðini. Jógvan hevði lært kvæðið fra ommu síni.

– Tískil er tað einum manni við Streymin og ommu hansara, vit kunnu takka fyri, at vit hava hetta heimskenda kvæðið. Tí av hesum fyrsta døminum byrjaði innsavningin og niðurskrivingin av Sjúrðarkvæðunum, soleiðis sum tey eru kend í dag.

– Sjúrðarkvæðini eru ikki bara okkara tjóðararvur, men tað vit í dag rópa fyri heimsarvur. Tað var her tað byrjaðið, og tað skulu børnini í Skúlanum við Streymin vita og vera errin av.

Umframt veggprýðið listprýðir Astri Luihn eisini glasfasadur í skúlanum. Íblásturin til glasfasadurnar er úr ymiskum hugtøkum og frymlum frá støddfrøðini, so sum Fibonacci talraðið og Pythagoras.

Listabólkurin fegnast um at avtalan er undirskrivað og at skúlin og ítróttarhøllin við Streymin fáa viðkomandi og nýskapandi list.

Sett er av 1 millión til at listprýða skúlan og ítróttarhøllina fyri, og svarar hetta til áleið 1,4% av handverkaraútreiðslunum.

Í skúlanum við Streymin ganga áleið 230 næmingar og áleið 30 starvsfólk arbeiða har. Skúlin verður liðugur seinni í ár.

– Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder