2022-10-07 12:39

Bjargingarlið, bátar og bjargingartyrlan hjá Atlantsflogi hava í dag leita í økinum kring Trælanípuna í Vágum.
Leitað verður eftir eini útlendskari kvinnu, sum hvarv í morgun.
Kringvarpið visti í áðni at siga, at talan er um eitt útlendskt par, sum var farið út á Trælanípuna at hyggja meðan sólarris var tíðliga í morgun.
Sum skilst gingu maðurin og konan hvør sær eina løtu, og tá var tað, at maðurin ikki fann konuna aftur.
Síðan hevur ein umfatandi leiting verið í økinum, bæði á landi, á sjónum og í luftini. Tyrlan er nú farin í rutuflúgving, og nú verða í staðin dronur brúktar í víðari leitingini.
Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald