Innanlands

Brúkaraumboðið mint fyritøku á at upprunaprísur skal upplýsast

Fyrrprísur skal upplýsast tá tilboð verða marknaðarførd

(Mynd: Skousen / Facebook)

(Mynd: Skousen / Facebook)

2021-01-31 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Prísmerking í lýsingum skal týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørum, tá ið søluprísir verða lækkaðir. Hettar forðar ikki fyri, at príslækkingin eisini upplýsir príslækkingina í prosentum ella krónum.

Brúkaraumboðið hevur mint Sp/f Uno á, at fyritøkan skal upplýsa upprunaliga prísin í teirra lýsingarbløðum. Brúkaraumboðið hevur í sínum eftirliti sæð, at Sp/f Uno ikki upplýsir fyrrprísir, tá tilboð verða marknaðarførd, skrivar bruk.fo.

Sp/f Uno hevur greitt Brúkaraumboðnum frá, at tey hava avritað lýsingartilfar úr donskum til føroyskt, og í tí sambandi hava tey ikki varnast, at marknaðarføringslógin verður brotin.

- Brúkarin skal týðiliga síggja tann upprunaliga prísin á vørunum, tá ið søluprísir eru lækkaðir, sigur Rannvá Ragnarsdóttir, stjóri í Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið staðfestir, at Uno Skousen beinanvegin broytti lýsingarnar til at vísa tann upprunaliga prísin á vørunum, og at leiðslan hjá Sp/f Uno hevur tikið málið upp mótvegis teimum starvsfólkum, sum fáast við at skriva inn upplýsingar, og álagt teimum frameftir at fylgja nevndu áseting. 

Tá Sp/f Uno soleiðis hevur tikið stig til, at brotið ikki endurtekur seg samanhildið við, at upprunaprísirnir eru rættaðir í lýsingarblaðnum á heimasíðuni og Facebook, verður við hesum givin ein átala fyri brotið. Brúkaraumboðið fer framhaldandi at fylgja, at upprunaprísurin verður upplýstur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder